Ein sólin er, sum allar staðir lýsir

Orð: Ókendur
Lag 1: Ókendur
Lag 2: Eliasson
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Der er en sol

1. Ein sólin er, sum allar staðir lýsir,
eitt ljósið er, sum aldri slókna kann,
sum øllum vilstum leið til heimið vísir,
sum grøða kann hvønn syndasjúkan mann.

2. Eitt summar er, sum ævigt, ævigt varir –
so valdi vetur, kuldi, myrkur her! –
Ein gróðrartíð, sum eingin deyði tærir –
ein tíð, har aldri sól til viðar fer.

3. Ein ungdóm, sum kann aldri, aldri blikna,
Guds fólk skal eiga handan grøv og deyð;
har aldri nakar eldast skal og vikna,
eitt ævigt vár har finna skulu tey.

4. Hvat gagnar tær hin káti fagnaðarsongur
og sólarljómin, vársins vón og dýrd!
Skjótt dregur syndagleðin ikki longur,
skjótt er tín sál í deyðans dimmi stýrd!

5. Men Jesus er tann sól, ið ævigt skínur,
hann gevur lív, sum aldri enda fær,
hjá honum syndasjúkan, ið teg pínir,
skal verða grødd, har friður veitist tær.

6. Mót honum tak, og hann skal allar staðir
teg bera, geva ljós í myrka sinn,
úr hjarta skulu stíga songir glaðir,
hann skal tær bjarga í Guds Himmal inn!

FavoriteLoadingGoym tekstin