Ein song eg eigi, Jesus gav hann

Orð og lag: Elton Menno Roth
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: A melody of love (In my heart there rings a melody)

1. Ein song eg eigi, Jesus gav hann,
hann av Himli sendur er,
og ei so vakurt lag fyrr hoyrdi eg,
boð um kærleika tað ber.

Niðurlag: Mær í hjarta djúpt hin songur er,
hin songur altíð er,
sum himmalskt samljóð ber;
mær í hjarta djúpt hin songur er,
sum boð um Jesu kærleik ber.

2. Eg elski Jesus, hann, sum doyði
og við blóði frelsti meg;
hann gav hin gleðisong í hjarta mítt
allan lívsins tronga veg.

3. Hin song eg allar ævir syngi,
eg við einglum syngi hann;
áh, samljóð søtt, tá hin dag syngja skal
hvør tann sál, sum frelsu fann!

FavoriteLoadingGoym tekstin