Ein staður er, dýrur og fagur

Lag: Alfred A. Graley
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein staður er, dýrur og fagur,
har deyðskuggin koma ei kann;
av Gudi er bygdur hin staður,
av gulli og krystal er hann.

Niðurlag:
Mær leingist, áh, var eg tó har!
Mær leingist, áh, var eg tó har!
Ja, sat eg í gleði har uppi í dag –
mær leingist, áh, var eg tó har!

2. Ei ljós og ei lampa har lýsir,
og tó aldri myrkur har var,
ei sól og ei máni har rísur,
Gud Harrin er ljós uppi har.

3. Nær skal eg mín Frelsara skoða
og syngja hin himmalska song,
nær fullkomin kærleiki loga,
nær enda mín royndartíð long?

4. So kom, Harri Jesus, at fría
meg úr hesum sorganna stað,
gev tol mær og trúgv til at bíða,
til tú vilt meg heinta ein dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin