Ein stórur skari við Guðs trónu stendur

Orð: Kjartan Staksund
Lag: Ein dag skal ævinleikans morgun rísa

1. Ein stórur skari við Guðs trónu stendur
í hvítum búna, pálmagrein í hond;
tey løgdu seg í Guðs várs faðirs hendur,
tí lendu tey á Himna føgru strond.

Niðurlag: Óteljandi er hesin frelsti skarin,
sum heim er komin hesum foldum frá;
frá vinum elskaðum tey eru farin,
til tess at vera Faðir sínum hjá.

2. Á Himni høga gleði, sæla valdar,
ei sjúka, sorg og tregi níva har;
tey heima eru ævinnar ótaldar,
tí Jesus allar syndir teirra bar.

3. Tey lovsang syngja um Guðs stóru náði,
at Hann tey frelsti her í óndu verð;
har er ei nøkur freisting, nakar bági,
tey ævigt njóta Jesu sáttargerð.

4. Kom tí mín vinur, bjarga tær frá deyða,
nú meðan náðitíð tú hevur her;
teg tváa lat í Jesu blóði reyða,
tað einans móti Lívsins Landi ber.

5. Ei lívið her á foldum við skal vara,
skjótt kallar Guð teg burt úr hesi verð;
skalt tú tá vera við í frelsta skara,
so mást tú frelstur longu verða her.

FavoriteLoadingGoym tekstin