Ein strika bert skilir

Orð: Salathial Cleaver Kirk
Lag: J.G. Wilson (Emely D. Wilson)
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Step over the line

1. Ein strika bert skilir – tó skilir hon teg
frá Gudi, frá frelsu í dag;
fert tú ei um hana, er sál tín fortapt,
tú einaferð sanna skalt tað.

Niðurlag: Stíg yvir um markið, stíg um tað í dag,
trúgv Gudi, og frelstur ert tú!
Kom, boygg teg við krossin, og kenna tú skalt,
hann tekur ímóti tær nú!

2. Tú fjakkar, kann vera, í oyðini mørk
í myrkri og kulda tín veg;
tó, vinur, ein strika, eitt einasta stig
bert er millum lívið og teg!

3. Kann vera, tú sært teg sum hjálparleyst vrak,
ið rekur til undirgang bert;
tó er tað ein strika, eitt einasta stig –
stíg yvir, og frelstur tú ert!

4. Ja, hevur teg syndin í vónloysi ført,
Gud geva skal sál tíni frið;
hann sigur: Ver reinur! bert koma tú vilt –
tað er bert ein strika, eitt stig.

FavoriteLoadingGoym tekstin