Ein stund hjá tær, áh, Jesus

Orð: Lina Sandell
Lag: William H. Doane
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein stund hjá tær, áh, Jesus,
sum hon kann javna alt!
Har fann eg mangan hvílu
og hjálp, tá mest um galt;
tá myrk og fløkt var leiðin,
og sálin tung og troytt –
ein stund hjá tær, áh, Jesus,
og alt var aftur greitt!

2. Ein stund hjá tær, áh, Jesus,
tá syndin pínir meg,
og vantrúgv mær vil forða
at hyggja bert á teg!
Ein stund hjá tær, áh, Jesus,
og byrðin svinnur burt,
og syndin missir megi,
og eygað verður turt!

3. Ein stund hjá tær, áh, Jesus,
og dimmið lættir brátt,
og eygað vendist aftur
frá deyðans myrku nátt
til lívsins fagra morgun,
tann dag, ið nú er nær,
tá alt skal aftur verða,
sum tað av fyrstum var!

4. Ein stund hjá tær, áh, Jesus,
hvønn frið hon ber við sær,
tá menniskju meg døma
og stríða móti mær,
tá eg við særdum hjarta
frá vinum fara má –
ein stund hjá tær, áh, Jesus,
kann eina hjálpa tá!

5. Ein stund hjá tær, áh, Jesus,
hvør kraft í henni er
at ganga fram við gleði,
um leiðin trong enn er!
Hon lærir meg at leingjast,
at skjótt nú koma má
tann stund, tá aldri aftur
eg tær skal skiljast frá.

6. Gev mær tí ofta, Harri,
á lívsins tronga veg
hjá tær ein stillan tíma
at tala bert við teg!
At vera hjá tær, Jesus,
er hjartans djúpa trá,
á foldum og í Himli
tín halgidóm at sjá!

FavoriteLoadingGoym tekstin