Ein tubbakstáttur

Orð: Samson Niemeyer
Lag: Lítla Elsa

Roykjarar sum eg, vit fáa ikki frið at liva,
fúlar eru søgurnar, sum “fólk” um okkum skriva.
Sita vit í stovu ella ganga vit í býnum,
verða vit forfylgdir eins og jødar undir krígnum.

Óttasligin hampafólk seg undan okkum førka,
vilja ikki villast inn í tungan tubbaksmjørka.
Innast inni eru hesir stóru tápulingar
øvundsjúkir, tí teir ikki kunnu blása ringar.

Eg á ungum aldri kom í holt við nikotinið,
eingin her í verðini kann møta betri vini.
Kenni eg meg troyttan ella trongan undir hjarta,
eru bestu ráðini at balla eina svarta.

Mangan eg á morgni havi andaneyð og astmu,
men tann fyrsti guvurin kann geva mær orgasmu.
Ongantíð eg leggi av, hvat enn tað so man kosta,
fyrrenn bæði lunguni eg havi úr mær hostað.

Ikki løgið, at eg havi virðing fyri abba,
læknin júkar um, at hann kann fáa lungnakrabba.
Hetta skítur abbi á og treiskur sum eitt esil,
roykir hann um dagin sínar fimmogtjúgu Cecil.

Áh, um eg var Lina, sum býr einsamøll í húsi,
nøsin er so stór, at hon kann roykja undir brúsu.
“Allar sigarettirnar, eg royki” sigur Lina,
“høvdu rokkið hiðani og hálva leið til Kina”

Størsta fyrimyndin er mín góði vinur Torstein,
trúgvi ikki, nakar hevur sæð ein slíkan “skorstein”.
Hóast hann so ofta orkar illa nokk at anda,
blæsur hann ein royk á alla læknapropaganda.

Roykjarar, vælsignað latið ongan okkum lumpa,
potið vatt í oyruni og drívið á at pumpa.
Einki ráð frá konu míni hesa støðu vikar,
gákurin í henni riggar best til øskubikar.

FavoriteLoadingGoym tekstin