Ein undurfull náði frá Golgata flýtur

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Ein undurfull náði frá Golgata flýtur,
streymar ígjøgnum ein glataðan heim;
sálirnar fríar og myrkrið hon brýtur,
hjørtuni fyllir við gleði og gleim.

Niðurlag: Undurfull, undurfull frelsa og náði,
lívsælu orð: Fyrigeving eg fái,
himmalskan, ævigan, undurfullan frið!
lovsongur fyllur mína sál sum ein veldig symfoni!

2. Við vegin hann situr, hans sjón heilt var myrknað,
hvør dagur ein plága fyri hann var;
ei letur sær siga av skaranum firtna,
men rópar á Jesus – og náði hann fær!

3. Drivin av neyð kánaneiska kvinnan
rópar í kvøl síni: Miskunna mær!
Sum Bartimeus ei gevur seg innan
bønhoyrd hon verður – og náðina fær!

4. Ein syndafull kvinna, sum øll mundu skýggja,
smoykir seg inn hagar, Jesus Hann sat.
Tá farisearin bilsin man síggja:
Náði hon fær – har hon nívd stóð og græt.

5. Sorgtyngt úr Náin eitt líkfylgi kemur,
einasta son sín ein einkja ber út!
HARRIN tó steðgar, við børuna nemur,
vekur hann upp, – vent til gleði er sút!

6. Tá fólkið Hann sær, sum ein hóp uttan hirða,
tekur í teimum Hann stórliga synd.
Várkunn Hann veita man øllum sum iðra,
plágaði, hølt verða heil í Guðs mynd.

7. Sál, tú sum sváran av sjúku ert plágað,
Jesus er her, Hann hin sami er enn!
Trong teg heilt fram og tú náði skalt fáa,
Hansara náði hin sama er enn!

FavoriteLoadingGoym tekstin