Ein undurfullur dagur verður tað

Orð og lag: Jack W. Campbell
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: O what a happy day

1. Ein undurfullur dagur verður tað,
tá Jesus kemur eftir mær.
Hans rødd eg hoyri, hann mær býður
vera ævigt nær hjá sær.
Og tá hann tekur mína hond
á tí ljósu, gyltu strond,
eg syngja skal tá í allar ævir,
sæla, sæla stund!

Niðurlag: Áh, undurfulla stund
verður tað, tá vit hittast har.
Áh, undurfulla stund,
tá mítt eyga Jesus sær.
Teim kæru aftur vit møta tá,
tey, sum her fóru okkum frá.
Undurfullur fundur verður tað,
ja, sæla, sæla stund.

2. Og í tí staði songur tónar,
eins og havdun er tað ljóð.
Á høvur mítt eg krúnu fái
og ein búna eins og snjó.
Á gyltum gøtum skal eg tá
ganga Harra mínum hjá,
eg syngja skal tá í allar ævir,
sæla, sæla stund!

FavoriteLoadingGoym tekstin