Ein undurkelda man líða

Orð: Herman R. Steffensen
Lag: Sophie Hedvig Dedekam
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein undurkelda man líða
við lívi og heilsubót,
hon lívgar øll tey, sum stríða,
og styrkir troyttaðan fót;
av Golgata heyggi hon rennur,
hin blóðkelda, rein og góð,
og sælur hvør ein, ið kennir
ta lívsins frelsandi flóð!

2. Og hvar á fold hon enn flýtur,
har skapir hon lívið nýtt,
hon vónloysisokið brýtur,
og hjørtuni sláa frítt;
á oyðimørkum, har eina
fyrr tistil og illgras vøks,
har alir hin flóðin reina
skjótt vínber og búnað øks.

3. Og tá ið eitt brotið hjarta
í flóðina verður søkt,
tá víkur náttin hin svarta,
og brennandi bál verður sløkt;
í hesi kelduni lekjast
ógrøðandi syndasár,
her deyð kunnu aftur vekjast,
og vetur vendist í vár.

4. Tú rædda sál, tú, sum gongur
í hesi friðleysu verð,
gakk ei í vónloysi longur,
nei, vend tær til kelduna her!
Og tá ið tú boyggir teg niður
hjá henni í angur og trúgv,
skal gleði og sannur friður
í hjartanum festa búgv.

5. So takka vit tær og prísa,
hálovaði Frelsari,
at náði tú vildi vísa
tí syndigu ættini!
Tí keldan, ið okkum nú grøðir,
úr tínum sárum rann út,
og tað, sum nú okkum frøir,
tað voldi tær sorg og sút.

FavoriteLoadingGoym tekstin