Ein útróðrardagur um heystið

Orð: Billa Hansen
Lag: Hákun í Noregi, konungur vár

1. Ein landnyrðingsstormur so skjótt brast á,
hvør fjøl á sjógv,
og ljót gjørdist luftin, so myrkagrá
sum skitin lógv;
fossur so beint sæst uppeftir at standa,
strokið so stynjandi fer millum landa,
og bylgjurnar berjast so stríðar.

2. Tann bátaflokkur á miði sat
og fiskin dró;
skjótt fyltust bátar og góvu uppat;
veiðin var góð.
Stormurin veksur, um stavn brýtur alda,
álitismaður má draginum halda,
meðan vindurin leikar so reystur.

3. Og dagurin lækkar, og brimið er
so øgiligt,
og froysandi niðan í neyst tað fer,
frá grunni lyft.
Knappliga bátur við broti má landa,
smildrast, tó menninir bjargast úr vanda,
meðan sprekini útaftur skola.

4. Enn vantaði ein í bátatal,
tá svørt var nátt;
í skýming hann sást uttanvert við Hæl –
men rokið hátt
brádliga hvørvsjón tá yvir hann legði;
streymur frá landi hann úteftir hevði.
Runt um feigdarfuglarnir flagsa.

5. Skjótt seglið er pettað og mastur av
og stýrið frá;
hart brakandi bátur fer undir kav –
stór neyð er á.
Hvør maður krossin brátt fyri sær ristir,
suffar farvæl til konu og systur,
til børn og foreldur í heimi.

6. Men tá ið neyðin sær beyð til gest,
var hjálp fyri hond,
tí út fyri nesi ímóti eyst’
sást skip í nánd.
Brádliga lætnaði sjófyltur bátur;
skjótt standa garpar á skipsdekki kátir,
og tøkk teir til Harran uppsenda.

7. So líðandi stormur og havódn svann;
kvirt er um fjall –
nú dagur í eystri skrímast man;
skipsakker fall.
Brádliga víkur for gleðini sorgin –
men ongantíð grunast, hvat hendir í morgin:
so ymis er sjómansins lukka.

FavoriteLoadingGoym tekstin