Ein vallari so lítil

Orð: John. B. Matthias
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur 15. mars 1961.

Ein vallari so lítil
nú fór til Sions stað;
hann hevði føgur klæði,
hann sang eitt gleðilag.
Ei nøkur byrði nívdi –
við krossins fót hon lá.
Hann átti mátt og frímóð,
tí Kristi blóð hann sá.

Eg sá um middagsløtu
hann skunda síni ferð;
hann stevndi mót tí landi,
har gleðisongur er.
Hann hunang fann á kletti
– úr lívsins løki drakk.
Hann glaður var og sælur,
úr hjarta floymdi tøkk.

Um sólsetur eg sá hann,
tá tunglig gjørdist ferð
mót brøttum fjallatindi,
hans andi lættur er.
Við songi fram hann skundar
á illa gongum veg.
Hann syngur tó so sælur:
„Brátt skal eg hvíla meg!”

Eg sá hann seint á kvøldi,
tá skuggin fjaldi torg,
hann lyfti síni ásjón
mót himna glæstriborg.
Hann kom til himnagrindir,
– Gud væntaði hann har,
og Jesus heilsar honum
við einglafjøld hjá sær.

Sum ljóð frá túsund vøtnum
tað hoyrdist himni á: ¹
”Ja, heiður verið lambi,
sum tók oss foldum frá!”
Hann lítur aftur um seg
við gleðirødd og gleim,
hann rópar: ”Halleluja!
eg eri komin heim!”

O, kæra sál, sum gongur
á syndarinnar veg,
teg Jesus hevur elskað,
og hann vil frelsa teg.
Kom við í frelsta skaran
á veg til himnastrond,
og brátt so ert tú heima
– hann tekur teg í hond.

FavoriteLoadingGoym tekstin