Ein vernd, ein heiløg verja

Orð: Bernhard S. Ingemann
Lag: H. Otto Konrad Zinck, Carl A. Nielsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein vernd, ein heiløg verja
er móti synd og neyð;
hin trúgv, ið fjøll kann flyta,
hon vinnur sorg og deyð;
áh, sælur tann, sum eigur
ta trúgv í sál og sinn,
til Harrans einglar bera
hann í Guds ríki inn!

2. Áh, eyðmjúkleikans skattur,
tú dýra ogn og góð,
sum kvinnan blóðsjúk átti,
tá hin dag frelst hon stóð!
Tann, henda skattin eigur,
tann sál skal sanna tað,
at eyðmjúk trúgv, hon virkar
hitt sama enn í dag.

3. Í gjøgnum ævir tónar
hans orð: Frímóðig ver!
Og við Guds hond í dag enn
hin stóri lækni er;
hans navn skal eg ákalla
í trúgv, tá størst er neyð,
eg hann um hjálp skal biðja,
er øll mín gleði deyð.

4. Hans navni altíð lova
mín frelsta sál nú skal,
til ein dag har hjá honum
hon situr, ævigt sæl;
áh, tú, mín vernd, mín verja
ímóti synd og neyð –
ta trúgv, ið fjøll kann flyta,
gev mær í lív og deyð!

FavoriteLoadingGoym tekstin