Ein vin eg eigi, ein sum trúfast fylgt mær hevur

Aage Samuelsen
Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ein vin eg eigi, ein sum trúfast fylgt mær hevur,
Hann elskar meg, meg svíkur ei;
Hann rættvísi og frið sum flóðin her mær gevur,
so rík av náði er Hans leið.

Niðurlag: Hans Navn er yvir øllum her í heimi,
hin einborni Sonur Guðs!
Hann er mín skjøldur og mín trygd í sorg og gleimi,
Hann er hin bjarta avmynd Guðs!

2. Hvør kann sum Jesus fyrigeva synd og gloyma,
og fría út frá Satans makt?
Ein lovsongur frá hjarta mínum nú man floyma,
nóg stóra takk ei fái sagt.

3. Tann dagur er nú nær, tá Hann skal koma aftur,
alt verður broytt í einum nú!
Alt, fyri Hann eg leið, eg kasti av mær lættur,
hvør sorg og trá í jarðarbú.

FavoriteLoadingGoym tekstin