Ein vin eg eigi

Orð og lag: Niels Frykman
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ein vin eg eigi :,:hvør sæla góð,:,:
Hann hevur keypt meg við Sínum blóð
frá tí, mær bjóða kann verðin.
Á mínar bønir Hann gevur svar,
Hann gjøgnum lívið meg uppi bar,
og sigurskrúnuna rættir mær,
tá enda tekur her ferðin.

2. Í Orði Guðs Hann :,:nú møtir mær,:,:
har sál mín tolmóð og mildi sær,
Hann einans gevur tað besta.
Sum Hann her ongan eg finna man,
mítt stríð Hann stríddi og sigur vann,
í Honum eg nú við sigra kann,
kann eyga mítt á Hann festa.

3. Mín syndaskuld nú :,:er strikað út,:,:
og endað er nú øll sorg, alt sút,
ei meir eg synd mína beri.
Á Hann eg tryggur nú fái trúð,
tí Hann meg klæddi í halgan skrúð,
ein lovsangur fyllur hjartað nú,
øll prís og tøkk Honum veri!

4. Nú sál mín syngur :,:so nøgd og glað,:,:
tilbúgvið hevur Hann mær ein stað,
har eg kann hvíla frá stríðnum.
Har er ei sorg og har er ei neyð,
og eingin kennir meir pínu, deyð’,
har frið í yvirflóð njóta tey,
– ei endi á friði mínum!

5. Har sál mín skoða :,:skal Jesus fró,:,:
sum her læt renna Sítt dýra blóð
til sálarbót hesum heimi.
Har skarin Lambinum lovsang ber,
ein gleðisyl gjøgnum hjartað fer,
sum ævigt vaksandi í mær er
í hinum himmalska gleimi.

FavoriteLoadingGoym tekstin