Ein vinin eg fann, ein, sum sá mína neyð

Victor Danielsen
Orð og lag: Herbert H. Booth
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein vinin eg fann, ein, sum sá mína neyð,
sum sendur til frelsu mær var;
ver treystur og miss ikki mótið! hann beyð,
og vónloysið veik burt frá mær;
tá Jesus eg sá,
burt óttin fór tá,
við smíli hans skuggin burt svann;
eg kundi ei ivast um sigur at fá,
tí fíggindan sigraði hann.

Niðurlag:
Ein trúgvan vin eg fann,
ein trúgvan vin eg fann;
hvønn lívsins dag
á hvørjum stað
ein trúgvan vin eg fann;
ein trúgvan vin eg fann,
ein trúgvan vin eg fann;
lít tú hann á!
Ei kanst tú fá
so trúgvan vin sum hann.

2. Hann hjálpti so mongum, men mest, mest tó mær,
sum sjúkur og fátækur lá;
og hvør, til hann leitar, hann hjálpina fær,
sum hjarta hans tráar at sjá.
Eg søkti og fann,
eg sá, at hvør tann,
sum trýr, kemur tryggur í havn;
eg stríddi so leingi, men sigur eg vann
við trúgv á Guds Son og hans navn.

3. Nú royni eg eyðmjúkt at ganga ta leið,
sum Meistarin gekk fyri mær,
og slættað er gøtan, tí hann hana steig,
og tryggur eg ferðast kann har;
tað, fyrr var ov hart,
hann hevur meg lært
at gera í trúnni á seg;
Guds vilja at gera er vorðið mær kært –
ja, sál mín fann friðarins veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin