Ein vinur er, sum aldri svíkja kann meg

Orð: Gustaf Palmquist
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein vinur er, sum aldri svíkja kann meg,
hans hjarta heitan kærleik til mín ber,
tó hann so ofta vilstan, kaldan fann meg –
av øllum vinum hesin bestur er.

2. Hann kallar meg sín vin, sín egna bróður,
og Jesus Kristus er hans dýra navn;
hann elskar eymari enn nøkur móðir,
og meg og mítt eg leggi í hans favn.

3. Ja, mína sál bant synd og deyðin myrki,
men meg úr fangabondum loysti tú;
tú deyð og Satan vanst við himmalstyrki –
ver glað, mín sál, tín neyð er farin nú!

4. Ja, Kristus sjálvur er mín rættferð blivin
á trónuni har við Guds høgru hond;
og aldri nakar úr hans hond er rivin,
tí hvør kann sigra yvir Harrans Ond!

5. Halleluja! eg nú kann glaður syngja;
prís, æra, tøkk, áh, Jesus, veri tær! –
Til eg, har eingir skuggar longur tyngja,
við øllum frelstum teg tilbiði har.

FavoriteLoadingGoym tekstin