Eina ferð í fornu tíð

Orð: Jacob Hansen

Eina ferð í fornu tíð
stjørnan yvir Betl’hems bý
fagurt ljós til jarðar sendi,
fáur tó hitt barnið kendi,
sum tá borið var í heim.

Sendiboð frá Guði var
sent til seyðamenn, ið har
goymdu at um náttarstundir;
heilagur var hesin fundur,
eingil talar teirra til:

«Mannahjarta, ræðst ei so,
eg tær beri gleðiboð:
Sæl í fjósi situr kvinna,
og hjá henni skulu finna
tit hitt halga jólabarn.»

Glaðir gingu teir á nátt,
finna barn í fjósi brátt,
jólabarn við himnagávum,
klætt í spjarrar, lá á stráum,
trygt hjá móður síni svav.

Sum tá gleddust seyðamenn,
gleðast vit á jólum enn
um hin stóra himnadrottin,
sum av kvinnuni er sprottin
mær til størstu sálarbót.

Halda vit tí jól við frið,
og vit bjóða honum við,
vera skal hann jólagestur,
bróðir vár og vinur bestur;
gleðast bæði stór og smá.

FavoriteLoadingGoym tekstin