Eina í garðinum stríddi tú har

Orð: Jákup L. Olsen
Lag: Jákup Olsen, yngri

1. Eina í garðinum stríddi tú har,
deyðsveittan blóðiga panna tín bar.
Áh, hvør ein morgun,
tyngdur av sorgum,
pínufult leið tú á krossinum har.

Niðurlag: Jesus, Jesus, mín Harri,
takk, at tú kvølfullu gøtuna gekk.
Jesus, mín Harri, Jesus, mín Harri,
straffina tókst tú, eg frelsuna fekk.

2. Kærleiki stórur og ómáldur, ja,
hvør kann við orðum væl útgreina tað?
Hans guddómsmegi,
sár hans og deyði,
frelsu til syndtyngdan heim fekk í lag.

3. Her við tín dýrdliga kross liggi eg,
alt her á foldum er tómt fyri meg.
Skuldina galt tú,
syndina bart tú,
alt er mær tap, um eg bert eigi teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin