Eina tíð eg livdi í myrkri

Dallas Frazier
Orð: Per-Olof (Pelle) Karlsson (ørindi 1 og 3) og Petur William Háberg (ørindi 2 og niðurlagið)
Lag: Dallas Frazier
Týtt: Petur William Háberg (ørindi 1 og 3)
Upprunaheiti: There There Goes My Everything / Han är min sång och min glädje

1. Eina tíð eg livdi í myrkri,
uttan stavnhald, mið ella mál,
men so hoyrdi eg Harran at tala,
og tað lýsti og vann mína sál!

Niðurlag: Hann er mín songur, mín gleði,
Gud mín og Harri er hann!
Jesus, í tínum hondum
eg æviga hvílu fann!

2. Og mín langtan er nú at liva
sum eitt vitni bert fyri hann,
sum á Golgata leinkjurnar loysti
og úr myrkursins valdi meg vann!

3. Tá á evsta degi eg síggja
skal hin nýggja himmalska stað,
kemur Jesus ímót mær, og prísa
honum skal eg hin æviga dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin