Eg einaferð kendi ei náði, ei Gud

Victor Danielsen
Orð: Robert M. M’Cheyne
Lag: Lion of Judah
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg einaferð kendi ei náði, ei Gud,
eg sá ei mín vanda, mín framtíðarlut;
tó ámintur mangan um Kristus eg varð,
var Harrin vár rættvísi einki hjá mær.

2. Eg græt sum Jerúsalems døtur um hann,
tá hermenn hann slóu, tá blóðið hans rann;
ei skilti eg, mína synd var tað, hann bar,
tí Harrin vár rættvísi einki mær var.

3. Tá Harrin so vakti meg, sá eg bert lóg,
eg skalv fyri deyða, tí dømdur eg stóð,
ei vón var, ei bjarging at finna í mær,
og Harrin vár rættvísi ókendur var.

4. Men ræðslan svann burtur, mín sál kom í havn,
eg lærdi at kenna hans signaða navn,
sum kom her og krossfestur fyri meg varð,
og Harrin vár rættvísi alt nú er mær.

5. Og skal eg enn ferðast um deyðskuggans dal,
er Harrin mín hirði og leiðir meg væl;
og hvussu og nær hann meg tekur til sín,
er Harrin vár rættvísi lovsongur mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin