Einaferð skal gøtan enda

Orð og lag: Hans Jákup Glerfoss

1. Einaferð skal gøtan enda,
nær, mín vinur, veitst tú ei!
Guð kann deyðans eingil senda,
um tú ungur ert á leið!

Niðurlag: Gev títt unga lív til Jesus!
Hví skal tveitast burt títt vár?
Sæla lív, um tú til Jesus
gevur tíni ungdómsár!

2. Bivar tú í køldum ótta?
Fløkist tú í syndabond?
Gloymir tú, tá vandar hótta,
at tær Jesus er við hond?

3. Fylgir tú, tá onnur freista,
út í heimsins gleði bert?
Tonk, tey sløkkja vinarneista,
og tú einsamallur gerst!

4. Um “ov seint” í oyrum ljóðar,
tó ein løta býðist tær;
Jesus eymt í blídni bjóðar
enn í dag, til klokkan slær!

FavoriteLoadingGoym tekstin