Einaferð í synd eg staddur var

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Einaferð í synd eg staddur var,
sálin illa stødd;
helt at eingin vón var fyri mær,
tá hoyrdi eg Guðs rødd:

Niðurlag: Einki er ógjørligt fyri Guð’,
einki, einki, nei!
Hann, ja, Hann hin sami er í dag,
Orð Sítt broytir ei!

2. Tá ið Ísrael í djúpstu trongd
við Reyða havið stóð,
frá Fárao hvør fluktleið tykist stongd,
Guð havið klívir tó!

3. Eins og fólk Guðs sigrandi í trúgv
tóku Jeriko,
sigrar tú, um tú í somu trúgv,
lítur á Guðs boð!

4. Sáran einkjan í Zarepta græt
son sín deyðan fann;
kalla hon Elias til sín læt,
til lívs hann vakti hann!

5. Tá Belzzasar halgibikør Guðs
til fragd at munni bar,
mene, mene, tekel ufarsin!,
av hond Guðs skrivað varð!

6. Har við vegin Bartimeus sat,
tá Jesus kom framvið
blindu eygu hansara upplæt,
á, hvør náði, sig!

7. Tá ið lívsins stormar leika á,
myrk er framtíð tín,
stongd hvør hurð, øll tær sær venda frá,
hoyr her, vinur mín

FavoriteLoadingGoym tekstin