Einans eitt lív at ofra

Orð: Avis B. Christiansen
Lag: Merrill E. Dunlop
Týtt: Zacharias Zachariassen
Viðmerking: Árni Jacobsen hevur eisini gjørt eina týðing, sum sæst her.
Upprunaheiti: Only one life

1. Einans eitt lív at ofra,
Jesus, áh, Harri mín,
og einans eina tungu
at bera prís til tín.
Einans eitt hjarta halgað,
Harri, áh, mátti tað
verið ómáldu dýrd tíni vígt til fulnar,
og at tænt tær í dag.

2. Bert henda stund er mín, Gud,
nýt hana fyri teg!
Gævi, hvør einstøk løta
merkt var av ævini.
Sálir íkring meg doyggja,
doyggja í synd og neyð.
Hjálp mær boðið um Golgata kross at bera,
sum tú sjálvur mær beyð.

3. Einans eitt lív at ofra,
tak tað, eg biði teg!
Einki eg haldi aftur,
vilja tín lýði eg.
Tú gavst jú alt títt egna
fyri at bjarga mær,
tak tí lív mítt, áh, Gud, so at tað kann nýtast
hvørja løtu av tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin