Einans eitt lív at ofra

Orð: Avis B. Christiansen
Lag: Merrill E. Dunlop
Týtt: Árni Jacobsen
Viðmerking: Zacharias Zachariassen hevur eisini gjørt eina týðing, sum sæst her.
Upprunaheiti: Only one life

1. Einans eitt lív at ofra,
Jesus, tú Harri mín,
einans ein munn eg eigi
at syngja prís til tín.
Einans eins hjartans longsil,
Harri, áh, veri tað
einans upptikið av tíni
stóru dýrd og
halgað tær meir hvønn dag.

2. Einans á foldum virka
eina so stutta tíð,
má hvør ein einstøk løta
ævunum roknast í.
Sálir íkring meg doyggja,
doyggja í synd og neyð.
Hjálp mær at bera boðið
um Golgataofrið,
tí tað frelsa kann tey!

3. Einans eitt lív at ofra,
tak tað, so er mín bøn,
at ganga Harrans leiðir
geva skal stóra løn.
Harri, tú alt í øllum
frítt hevur givið mær,
skuldi tá ei mítt lív verið
brúkt, Harri Jesus,
hvørja løtu av tær?

FavoriteLoadingGoym tekstin