Her einans í vón til Guð mín sál gerst nøktað

Orð og lag: Jonas Pettersen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Her einans í vón til Guð mín sál gerst nøktað,
Hann leiðir meg trygt Sín veg, meg væl vil røkta;
Hann eina mín Klettur er, har sál mín hvílur,
tá stormurin kemur nær, Hann til mín smílir.

2. Hans Navn er so trygg ein borg, sum lívd mær gevur,
tað skýli í neyð og sorg mær givið hevur;
har nær meg ei freisting tung, ei myrkrið svarta,
tí Jesus Hann gevur frið til sorgtyngt hjarta.

3. O, upphavsins sæla skjól, mín Frelsuklettur,
nú lívsæla Orð Títt eg bert trái eftir;
í mótgongd, í sakni, neyð eg gleði eigi,
í storminum trygga havn, – á, vegur greiði!

4. O, Klettur, sum klovin varð, tá meg Tú vardi,
til frelsu mær varð, tá her Tú ei Teg spardi.
Lat stormin bert leika í her fyri stavni,
eg kenni meg tryggan tó í Klettsins Navni!

FavoriteLoadingGoym tekstin