Einfalt trúgva hvønn ein dag

Orð: Edgar Page Stites
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Einfalt trúgva hvønn ein dag,
trúgva bert á hvørjum stað,
ja, um mótið lítið er,
trúgva Jesusi – tað ber!

Niðurlag:
Einfalt trúgva hvørja stund,
trúgva djúpt í hjartans grund,
trúgva honum, hvussu fer,
trúgva Jesusi – tað ber!

2. Barnslig trúgv ger ljóst og bjart,
rekur burtur myrkrið svart,
sálina hon glaða ger,
trúgva Jesusi – tað ber!

3. Hesi veita dýra løn:
Einføld trúgv og barnslig bøn;
hvussu tung gerst leiðin her,
trúgva Jesusi – tað ber!

4. Trúgva gjøgnum lívið alt,
trúgva, hvussu nógv enn galt,
hjálp í hondum altíð er:
Trúgva Jesusi – tað ber!

FavoriteLoadingGoym tekstin