Eingin annar

Orð: Martin Joensen
Lag: Jákup Zachariasen

1. Dagsins strev er av
 og okkum náttin bíðar.
Mánin trínur fram, nú sólarroðin svann.
Mítt hjarta finnur frið, um bara tú ert hjá mær.
Eingin annar eigur pláss við mína lið!

2. Nei, eingin annar eigur lykil
til tær dyr, sum goyma hjarta mítt.
Eingin annar kann lekja míni sár.
Ja, einans tú kanst broyta vetur mín til vár!

3. Minnist tú, tá vit í vársins milda ljósi
gingu hond í hond har fram við sjóvarstrond?
Tey bond, vit knýttu tá, kann eingin máttur slíta!
Eingin annar eigur pláss við mína lið!

4. Nei, eingin annar eigur lykil
til tær dyr, sum goyma hjarta mítt.
Eingin annar kann lekja míni sár.
Ja, einans tú kanst broyta vetur mín til vár!

5. Um eg átti alt, sum heimur mær kann bjóða,
so var eg fátækur, um tú ei vart hjá mær.
Tú ert mítt eitt og alt, eg ynski mær ei meira!
Eingin annar eigur pláss við mína lið!

FavoriteLoadingGoym tekstin