Eingin brýggjar seg um meg

Øssur Berghamar
Orð og lag: Rachel Guiley Alfors
Týtt: Øssur Berghamar

Mangastaðni mong ein sál er í ótta og í neyð,
full av angist, uttan Gud og uttan vón.
Teirra andlit merkt av sorg, eftir lætta suffa tey,
teirra hjørtu myrk og blindað teirra sjón.

“Eingin brýggjar seg um meg” – milliónir
gráta, “eingin brýggjar seg um meg”, hoyr
teirra neyð! Vilt tú víga lív títt heilt at bera orðið um tín Frelsara, sum fegin frelsir teg?

Neyðar sálir úti har dríva friðleysar avstað,
tey tilbiðja teirra gudar – uttan svar.
Kunnu vit bert hyggja at, meðan mong ein sál í dag
fer í ævinleikan, uttan hjálp hon fær.

Jesus, hjálp mær stund um stund, at eg lýðin
vera man, ei meg undan bera, tá tú kallar meg,
men við tínum kærleika dýrum sálum siga kann:
Miss ei mótið, Jesus brýggjar seg um teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin