Eingin er sum tú

Orð og lag: Martin Joensen

Eg síggi teg vála eftir vegnum,
ígjøgnum regnið sært tú ikki meg.
Eg hoyri látur mitt í døkka degnum,
– Gud veit at eg ikki skilji teg.
Tú málar ælabogar, har eg síggi svørt skýggj,
tú stjørnar symfonium mitt í hvirlunum,
– eingin er sum tú.

Kanst tú siga mær, hvat tað er mær bagir?
Kanst tú lána mær látur tín í kvøld?
Eg vil flýggja til tínar gyltu staðir,
har mannasálin aldri verður køld.
Tú hevur givið mær nógv meir, enn eg kann bera,
tú hevur lokkað ljósið inn um mínar dyr,
– eingin er sum tú.

Tey siga, at tú ikki ert sum hini,
og eg svarið bert: Várharra havi lov!
Nú fái eg ein muss frá mínum vini,
og eg teski troyttur: legg teg nú og sov!
Á tínum songarstokki hómi eg ein eingil,
og eg veit, at hann heldur vakt í nátt,
– eingin er sum tú.

FavoriteLoadingGoym tekstin