Eingin skilir teg sum Jesus

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: No one understands like Jesus

1. Eingin skilir teg sum Jesus,
hann ei samanberast kann.
Hitt hann við Guds náðitrónu,
eftir tær har bíðar hann.

Niðurlag: Eingin skilir teg sum Jesus,
um í sorg tín dagur svann.
Eingin er so nær hjá tær sum Jesus,
kasta tína sorg á hann.

2. Eingin skilir teg sum Jesus,
kennir tínar pínur, tár.
Rørdur sína troyst hann teskar,
grøðir hjartasorg og sár.

3. Eingin skilir teg sum Jesus,
tá hin Óndi álop ger.
Fell tó ei í fátt, áh, vinur,
Jesus altíð trúgvur er.

4. Eingin skilir teg sum Jesus,
tá av leið tín fótur var.
Um tú hevur sært hans hjarta,
vil hann fyrigeva tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin