Eingin so kann síni varða

Orð: Lina Sandell
Lag: Svenskt fólkalag
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Tryggare kan ingen vara

1. Eingin so kann síni varða,
sum vár Gud sín barnaskara;
ei so trygg er stjørnan bjarta,
barnið ei við móðurhjarta.

2. Harrin hátt á Zions fjøllum
bjargar sínum smáu øllum,
vil teim miskunnsamur vera,
tey á faðirørmum bera.

3. Eingin lukka, eingin vandi
slítur sundur barnabandið;
hesin vinur meir enn aðrir
veit, hvat okkum tyngir, særir.

4. Hann hvørt hár á høvdi kennir,
sær hvørt tár av eyga rennur,
okkum føðir, okkum klæðir,
hjálpir, tá ið nakað bagir.

5. Um hann tekur, um hann gevur,
sama hjarta hann tó hevur,
og hans mál er hetta eina,
til várt besta alt at beina.

6. Lítli flokkur, ver tí glaður!
Jákups Gud er vaktarmaður;
hann, sum eigur megi alla,
fyri honum alt má falla.

7. Tá so skeiðið her er runnið,
málið nátt og stríðið vunnið,
Harrans rødd vil okkum kalla
heim í sína gleði alla.

FavoriteLoadingGoym tekstin