Eingin størri ogn á fold

Orð og lag: Øssur Berghamar

1. Eingin størri ogn á fold
kann falla tær í lut
enn at eiga vissu um
ein fullan frið við Gud.

Niðurlag: Undurfulla samfelag,
sum eg gleðast kann í.
Hann er mín – eg eri hans.
Og hvat hendir mær,
aldri nakar fær
rivið meg úr hondum hans.
Mín sál er frelst og frí.

2. Syndin fyrigivin er,
hans lyfti eigi eg.
Kærleikshond hans fylgir mær
og vísir kós og veg.

3. Trygt mítt lív er í hans hond,
hann varar meg, eg veit.
Aldri nakar svikin varð,
sum seg á Harran leit.

FavoriteLoadingGoym tekstin