Eingin sum tú, Gud

Orð og lag: Andy Park
Týtt: Eyðun Jacobsen

1. Eingin sum tú, Gud, kanst stilla
hvønn ein longsil djúpt í mær.
Einki, eg geri, kann taka tað,
sum dregur nær at tær.

Niðurlag: Bara tú kanst stilla hjartans longsil,
bara tú, sum gevur mær nýtt lív.
Bara tú kanst fylla meg við látri,
bara tú kanst svara hjartans bøn.

2. Faðir, eg elski teg, kom stilla
hvønn ein longsil djúpt í mær.
Fyll meg, floym yvir meg,
inntil eg kenni kærleik tín í mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin