Einglarnir grunda á frelsunnar undur

Orð og lag: W. Skibsted
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Einglarnir grunda á frelsunnar undur,
aldri tess dýpdir fata ein kann!
Okkum Guð frelsti, við friði oss signar,
á, hetta setir mítt hjarta í brand!

Niðurlag: Á, tað er undurfult, signað og undurfult,
í Sínum kærleika Guð gav mær alt.
Stundin upprunnin er,
sigurin vunnin er,
syndin er sónað og goldin mín skuld.

2. Sónað er syndin, alt fyrigivið,
blóðið innsiglað lyftisins grund.
Kraftin, sum flýtur, sjálvlívið drepur,
lívsendurnýggjandi stund eftir stund.

3. Andin útheltur, eldurin brennur,
brennur við megi í míni ond.
Kærleiki Guðs er mót syndini verja,
loysir og spreingir tey sterkastu bond.

4. Oljan her flýtur, lívsælt vit njóta
Himmalska manna dag eftir dag.
Kletturin sligin, lívsvatnið flýtur,
lív okkum drekka í lívsvatnsins bað.

FavoriteLoadingGoym tekstin