Einki navn er stórt sum navnið Jesus

Orð: John R. Clements
Lag: Hart Pease Danks
Týtt: Petur William Háberg

1. Einki navn er stórt sum navnið Jesus,
dýrari á foldum ikki var;
mildi Jesus, kæri Jesus!
Eins og fagur ljómur er tað mær.

Niðurlag:
Áh, hitt dýra navn, áh, hitt kæra navn!
Tað kann slíta syndarinnar bond;
mildi Jesus, dýri Jesus!
Navnið birtir eld í lívsins ond.

2. Einki navn ber kraft sum navnið Jesus,
onnur nøvn øll doyggja einaferð;
mildi Jesus, dýri Jesus!
Einglar bóru navnið niður her.

3. Einki navn er ríkt sum navnið Jesus,
fyllir Himmalsins, hin fagra sal!
Mildi Jesus, dýri Jesus! –
Tað skal ljóma yvir fjall og dal.

4. Eg kann aldri gloyma navnið Jesus,
lívið fylt av Himli ger tað mær;
mildi Jesus, dýri Jesus! –
Hugsa, ein dag hann at skoða har!

FavoriteLoadingGoym tekstin