Einki navn á foldum

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Vöggulag/Jón frá Hvanná

1. Einki navn á foldum
monnum givið er,
sum við dýra Jesu Navn
líknast kann í verð.
Dýrabæra Navn Títt,
Jesus, sæla Navn,
fyri vilstar sálir
er hin trygga havn.

2. Heimsins særlystvertir
buðu Tær eitt fjós;
fyri fallin, hølt og blind
gjørdist Lívsins Ljós.
Dýrabæra Navn Títt,
Jesus, eina Tað
sjúku, sút og myrkur
reka kann avstað.

3. Dýra Navn Títt Jesus,
Frelsari og Guð,
einans Navn Títt veita kann
ævigt lív í lut.
Dýrabæra Navn Títt,
Jesus, sæla Navn,
gjøgnum deyðans myrkur
lýsir fyri stavn.

4. Alt, sum anda dregur,
himmal, jørð og hav,
vitna um ta dýrd, ið Tú
verki Tínum gav.
Dýrabæra Navn Títt,
Jesus, ljóða skal
við Títt Dýrdarsæti
frá frelstum uttan tal.

FavoriteLoadingGoym tekstin