Eins og áarstreymur rennur

Orð: M. S. Viðstein
Lag: Robert Sauer / Vi er børn af sol og sommer

1. Eins og áarstreymur rennur
vallar hugurin hjá mær,
og í barmi mínum brennur
longsil út um bygdargarð.
Eg vil skoða villar víddir,
eg vil njóta sól og vind.
Fagurt hagin nú er skrýddur,
lætt fer lot um fjallatind.

2. Felagar, tit pjøkan takið,
kom í hagan burt við mær,
vendið bygdini so bakið –
móti okkum sólin lær.
Hoyrið fuglaljóð í haga,
síggi seyðafylgi mong,
dýr og menniskju seg gleða:
Trív tí í ein vallarasong!

3. Tá ið eftir dagsins hita
kaldligt lot um víddir fer,
snípan letur okkum vita,
at tað hvíldarstund nú er,
og tá fara vit í tjaldið,
og vit sova sælan blund,
inntil náttin missir valdið
á tí snimmu morgunstund.

FavoriteLoadingGoym tekstin