Eins og barn byggir borgir

Orð og lag: Mosie Lister
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Castles in the sand

1. Eins og barn byggir borgir móti sjógvi, sandi á,
droymt eg dagdreymar havi dag um dag.
Gud var heilt stongdur úti, til ein dag, mín borg so há,
skolað burt varð við flóðini avstað.

Niðurlag: Borgin, bygd er sandi á, sterk og prýðilig at sjá,
skal syndrast víst og fyri lívsins ódnarveðri lúta má.
Øll mín vón er í dag nú grundað Aldaklettin á,
og henda klett einki óløgi kann slá.

2. Einki lív spart er fyri vindi, regni ella ódn;
vísur tann, sum í Gudi ankrar seg.
Er títt hús bygt á klettin, grundað undir Harrans stjórn,
trygt tú stendur, ei stormur sakar teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin