Eins og hin fortapti sonur

Fanny CrosbyAnthony Johnson ShowalterVictor Danielsen
Orð: Fanny Crosby
Lag: Anthony Johnson Showalter
Týtt: Victor Danielsen

1. Eins og hin fortapti sonur
gekk eg, Gud, mín egna veg,
men eg hoyri, rødd tín kallar,
og til heimið komi eg!

Niðurlag:
Komi heim, komi heim,
verðin gav mær einki heim;
syndasjúkur, hjartabrotin
komi eg nú, komi heim!

2. Eg í myrkri havi gingið,
hørð og einslig gøtan var;
tó tín kærleiki, áh, Faðir,
tolin hevur bíðað mær!

3. Áh, hin sæla, ið mær bíðar
heima, Faðir mínum hjá!
Sál mín, fyrr fortapt og einslig,
ævigt trygg skal vera tá.

4. Mína synd hann burt skal taka,
reinsa meg við Kristi blóð,
barnakor hjá sær mær gevur,
mær, sum fyrr langt burtur stóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin