Eins og hjørtur, ið tráar eftir vatni, o, Guð

Orð og lag: Kåre Mørkestøl
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eins og hjørtur, ið tráar eftir vatni, o, Guð,
so leingist mín sál eftir Tær!
Kraft Tú lovað mær hevur og sigur hvønn dag,
fram um alt Tíni boð at hava kær.

Niðurlag: Tú, sum aldri kanst svíkja tann sum hoyrir Tær til,
altíð hoyrir Títt oyra mína bøn.
Harri, inntak og evna mítt lív, sum Tú vil’,
skjótt eg móttaki sigursins løn.

2. Tekn og undur teim’ fylgja sum trúgva Tær, Guð,
Tína kraft opinbera Tú nú;
eg vil síggja, Tú livir og er hin sami enn,
so at syndarar fáa á Teg trúð!

3. Doyp og salva og fyll meg, mín Frelsari, nú
í tí Anda sum styrkir hjørtu móð;
so vit øll mega ganga á lyftisins veg,
vera reinsað í Lambsins dýra blóð.

4. Øll, sum líða og sjúk eru, elskar Tú, Guð,
sárkar Teg yvir hesi neyðardýr;
Tína kraft opinbera og grøð ein og hvønn,
hesin longsul í hjarta mær býr.

FavoriteLoadingGoym tekstin