Eins og kvinnan har við brunnin, eg søkti

Orð og lag: Richard Eugene Blanchard
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Fill my cup, Lord

1. Eins og kvinnan har við brunnin, eg søkti
tað vatn, ið lítlan svala ber,
men tá eg hoyrdi Jesus tala:
Drekk av tí keldu, aldri tornar her.

Niðurlag: Fyll í steyp mítt,
áh, Harri, vatn títt,
tú kanst stilla tosta mín og trá,
Breyð av Himli gev mær, tað, sum metta kann!
Steyp mítt fyll, Harri, still gerst sál mín tá.

2. Heimsins fjøld so altrá søkir sær fyllu
í tí, sum tómt og fáfongt er.
Men ei tað metist við teir skattir,
sum lívið nú við Kristusi mær ber.

3. So, mín vinur, tær bert heimurin gevur
ein hungur, sum ei mettast kann,
men Jesus vil teg fegin frelsa,
bert tú í eyðmýkt kalla vilt á hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin