Eins og sól, tá ælið svann

Orð og lag: Haldor Lillenas
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: The peace that Jesus gives

1. Eins og sól, tá ælið svann,
eins og logn, á stormi vann,
eins og vón, ið leið sær vann,
er tann friður, Jesus gav.

Niðurlag: Áh, tann friður, Jesus gav,
størri er enn víða hav.
Eins og tónalagið søtt
stillar sinn og hjartað møtt,
:,: er tann friður, Jesus gav. :,:

2. Eins og døgg um grøna grund,
eins og roði morgunstund,
eins og sólarris um sund,
er tann friður, Jesus gav.

3. Eins og áin djúp og breið
streymar stútt á síni leið,
altíð framá – vendir ei –
er tann friður, Jesus gav.

FavoriteLoadingGoym tekstin