Eins og tú beyð, áh, Frelsari

Orð: Abraham Grimstvedt
Lag: Philipp Nicolai
Týtt: Victor Danielsen

1. Eins og tú beyð, áh, Frelsari,
vit savnast her at minnast teg
í heilagari gleði!
Vit vita, tú, sum reiddi borð,
sum okkum sigur greitt títt orð,
ert her á hesum degi.
Øll makt
og kraft,
prís og æra,
Harri, bara
tín skal vera,
lov og tøkk vit tær fram bera!

2. Synd vára út tú strikaði,
í blóði okkum reinsaði,
tí trygg vit kunnu vera;
ja, tíni børn vit eru nú,
tað er ein náðipakt, sum tú
vilt ei til einkis gera.
Áh, ja,
tí glað
sál og sinni
her við minnið
teg tilbiðja,
áh, Guds Lamb, og tøkk tær siga!

3. Vit minnast nú við vín og breyð
tín kvølfulla og beiska deyð,
tað veitir okkum gleði;
tú sigurríkur deyðan vann,
ei halda tær var mentur hann,
tú sprongdi grøv við megi.
Skjótt nú
vilt tú
niður stíga
út at fría
tíni kæru,
føra tey til hvíld og æru.

FavoriteLoadingGoym tekstin