Eins og vætan á vári

Orð og lag: Haldor Lillenas
Týtt: Petur William Háberg

1. Eins og vætan á vári
nemur blíðan við báru,
er tann friður, mær Frelsarin gevur.
Eins og blómur, ið anga,
meðan døggperlur hanga,
er tann friður, mær Frelsarin gevur.

Niðurlag:
Friðin, sum Jesus bert gevur,
sent mær av Himli hann hevur.
Hann spennir frá tindi í djúpasta hav,
hesin friður, sum Jesus gav.

2. Eins og skýmingin smýgur
gjøgnum skørð, fram við líðir,
er tann friður, sum Frelsarin gevur.
Eins og sól stillan setur,
eins og fuglurin letur,
er tann friður, sum Frelsarin gevur.

3. Sum í tokuna tynnir,
eins og tyngd, ið burt svinnur,
er tann friður, mær Frelsarin gevur.
Eins og hvíld eftir sorgum,
sum ein ljómandi morgun,
er tann friður, mær Frelsarin gevur.

FavoriteLoadingGoym tekstin