Eins og vit við sakni væl

Franz Joseph HaydnJohann CrügerVictor Danielsen
Orð: Gerard T. Noel
Lag 1: Franz Joseph Haydn
Lag 2: Johann Crüger
Týtt: Victor Danielsen

1. Eins og vit við sakni væl
mangan vin á foldum minnast,
ynskjandi, at skjótt hann skal
glaður her við okkum finnast,
so í dag vár fundur er:
Hjartamál er minnið her.

2. Fyri okkum vildi tú
her á deyðans træi bløða,
fyri okkum bert tú nú
bønir fram í Himli høga;
greitt og klárt tú okkum beyð
her at minnast á tín deyð.

3. Men tá her vit um títt borð
setast fleiri ella færri,
minnast vit títt egna orð,
at tú ert her sjálvur, Harri!
Gleði søt og troyst tað er –
lat tín Anda tala her!

FavoriteLoadingGoym tekstin