Einsamallur

Orð og lag: Martin Joensen

1. Hoyr, brimið dunar mót landi,
brýtur bivandi klett!
Tað er so hált her eg standi,
– hvør hevur línuna kvett?

2. Látur og dragandi tónar
úr botnleysu gjógv.
Hjartað mítt skelvir og vónar,
at djevlarnir duga sær hógv!

3. Hvagar hvurvu yndisandlit øll?
Nú eftir eru huldufólk og trøll!
Hómi ljósmann bíða handan á,
tori eg at rópa, siga frá?

4. Nær vaknar morgunin aftur?
Hvar goymir sólin sítt ljós?
Nær verður sjógvurin slættur?
Hey, stormur, far aðra kós!

5. Verður her nakrantíð dagur?
Aldri var náttin so myrk!
Við brúnna bíðar ein maður,
bjóðar sálini styrk.

6. Her er so myrkt fyri fóti,
eg gangi meg útav!
Hey, maður, kom mær ímóti,
rætt mær tín kepp og tín stav!

FavoriteLoadingGoym tekstin