Einsemi

Orð og lag: Petur Pólson

fjallið fjalir blóð
í einsemi og ró
nætur fjara burt
og røddir verða skurr…

alt, sum tú teskar í loynd kann avdúkast
alt, sum tú heldur er heilagt kann dálkast
alt, sum tú hevjar til skýggja kann falla
alt, sum tú heldur er satt kann teg lúgva

alt, sum tú tilbiður
vil onkur spotta
alt, sum tú elskar
fer onkur at hata
alt, sum tú vónar á
vil onkur bróta
alt, sum tú lítur á
fer teg at svíkja

kann helvitis eldur
teg brenna til himmals
kann helvitis eldur
teg brenna til himmals

FavoriteLoadingGoym tekstin