Eiriks-Paulina kvað

Orð: Jeffrei Henriksen
Lag: J.E.S. Kristjansen
Viðmerking: Yrktur, tá ið Paulina Hansen í Sørvági í 1953 fylti 100 ár.

1. Á barnaárum eg spældi mær;
so mangan vinin eg góðan átti.
Ein stór og varandi sæla var
lív mítt í fedranna smáttu.

2. So kom hon, vónríka ungdómstíð;
eg gekk í dans, eg bar ást í barmi.
Men ikki altíð var lagnan blíð;
stríð stendur av lívsins larmi.

3. Sum tíðin leið, er mær følnað hold.
– Hvør eftir annan, av døgum mettir,
so fóru kenningar undir mold.
– Eg siti einsamøll eftir.

4. So langt er síðan mín ungdóms vár.
Teir eru farnir, teir gomlu vinir.
So leingi vardu tey ellisár.
– Gævi eg var har sum hinir!

FavoriteLoadingGoym tekstin