Eitt dýpi av dýrari tíð

Orð: Jens Pauli Heinesen
Lag: Elin Heinesen
Viðmerking: Yrktur á vári 1954.

1. So verður sagt av monnum
at lívið er markleys neyð
eitt dýpi av gráum døgum
og børn, ið biða um breyð.
Kanska er lívið sorgarlag,
kanska er lívið gott,
og kanska eg ein skínandi dag
beri kenslu av myrkari nátt.

2. Í nátt er luftin so rein og klár,
bládjúp og ísandi køld,
foldin hvílir í hvítari tøgn,
og norðlýsið reisir sær tjøld.
Og vit mítt er fult av tonkum
á ferð út á víðan veg
at finna á miðleys náttargongd
tann vísdóm, ið uggar meg.

3. Men ongan vísdóm eg finni,
ið sigur tey sonnu orð,
sum bløðandi fuglar falla tey
aftur at hvítar for.
Tó eg veit, at dýrgripir finnast
og fjalast við gráan eim,
tá gentur og dreingur spenna
sum folar í dans og gleim.

4. Tá barmur mín spentur av undran,
av eydnu, av tungari trá,
av iva og sorgarløgum,
eisini, eisini tá
:,: veit eg, at lívið er gáva
eitt dýpi av dýrari tíð,
sum øll skulu valla ígjøgnum
rekast og villast inní. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin